Skip to content

Yvirlýsing frá norðurlendsku náttúrufelagskapunum

Náttúruverndarfelagskapirnir í Norðurlondum hava hildið fund í Føroyum í vikuni og FNU var vertur.

Høvuðsevnið á fundinum var havið og havbotnurin, sum standa undir vaksandi trýsti frá fiskivinnu – serliga botntroling – og nú eisini námsvinnu eftir mineralum. Av hesum eru vistskipanir og lívmargfeldi av álvara hótt. 

Komið var fram til at senda hesa yvirlýsing alment fram:

  • Tað hevur skund at fáa gongd á “30 til 30” verjuna av havøkinum. “30 til 30” verjan er grundað í Montreal samtyktini, sum var gjørd í 2022, og merkir, at í minsta lagi 30% av havøkinum skal heilt ella partvíst verða friðað í seinasta lagi 2030 . 
  • at av teimum 30% skal í minsta lagi 1/3 vera órørt av mannahond – har skal als ikki vera fiskað.
  • at mundygt eftirlit er við vardu og friðaðu økjunum.
  • at botntroling í stóran mun verður avmarkað í øllum økjunum. Økið, sum eru illa skadd av botntroling, eiga at verða eyka vard, so at tey kunnu enduruppbyggjast.
  • at vit skulu ikki fara undir at útvinna mineral á havbotninumnám. Heldur skulu vit minka um eftirspurningin eftir mineralum og leggja doyin á at skipa fyri, at vit endurnýta tað, sum vit hava. 

Á fundinum varð undirstrikað, at norðurlendska samstarvið hevur stóran týdning og gevur stórar møguleikar til vitanarbýti, at læra av hvørjum øðrum og at fyriskipa felags átøk. Gerandisliga fer samstarvið fram í gjøgnum netið.

Men fyritreytin fyri góðum netverkssamstarvi er góð menniskjalig sambond, sum tað bara ber til at fáa við, at fólk hittast andlit til andlits, soleiðis sum gjørt verður á árliga fundinum. Næsti ársfundur verður í Finnlandi komandi apríl.

Náttúrufelagsskapirnir eru hesir:Naturskyddsförbundet og Natur och Miljö Finland, Danmarks Naturfredningsforening, Landvernd – Ísland, Naturvernforbundet – Noreg, Naturskyddsföreningen – Svøríki, Ålands Natur & Miljö, FNU Føroya Náttúru og Umhvørvisverndarfelag.

Deil greinina
0