Skip to content
Um FNU

Nevndin

Eftir aðalfundin leygardagin 29. mars 2025 varð nýggja nevndin hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag skipað.

Nevndin hjá Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Á myndini frá vinstru: Anelia Philbrow, Tráin P. Nónklett, Birita F. Kjærbæk, Jón Kragesteen, Kolbrún í Haraldsstovu og Lise Helen Ofstad. Helena og Sjúrður mangla á myndini.

Nevndarlimir

Fólkini í nevndini

Jón Kragesteen Formaður
Formaður
Birita F. Kjærbæk Næstforkvinna
Næstforkvinna
Tráin P. Nónklett Nevndarlimur
Anelia Philbrow Nevndarlimur
Helena Lamhauge-Mortensen Nevndarlimur
Lise Helen Ofstad Tiltakslimur
Kolbrún í Haraldsstovu Tiltakslimur
Sjúrður Hammer Tiltakslimur
Arbeiðið hjá nevndini

Mál hjá nevndini

At upplýsa um náttúru- og umhvørvisspurningar.

At luttaka virkið í almenna kjakinum um náttúru- og umhvørvisspurningar.

At arbeiða fyri at Føroyar minka um veðurlagsútlát, m.a. í samstarvi við FNU-bólkin “Veðurlagslóg Nú”, sum arbeiðir fyri, at løgtingið samtykkir eina bindandi veðurlagslóg.

At allýsa útvald støð í Føroyum at friða, og arbeiða fyri, at tey verða órørd av mannahondum framyvir og annars “fara aftur til náttúruna”.

At náttúruverndarlógin verður brúkt sum amboð at verja náttúruna í Føroyum.

At Århussáttmálan verður settur í gildi í Føroyum.

Afturvendandi evnistiltøk í felagshølunum í Bøgøtu og aðrastaðni.