Skip to content
Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag

Vit verja náttúruna.

FNU arbeiðir fyri ríkari náttúru, betri umhvørvi og einum burðardyggari Føroyum – bæði í dag og í framtíðini.

Okkara arbeiði

Náttúran eigur at hava pláss.

FNU arbeiðir fyri at verja føroysku náttúruna og tryggja, at menning og nýtsla av tilfeingi fer fram við virðing fyri náttúru og umhvørvi.

Vit taka lut í almenna kjakinum, gera vart við umhvørvismál og arbeiða við átøkum, sum kunnu skapa eitt grønari og meira burðardygt samfelag.

Les meira um FNU
Seinasta nýggja

Á breddanum

Sí øll tíðindi
FNU
Veðurlagslóg Nú

Føroyar hava brúk fyri einari sterkari veðurlagslóg.

Vit ynskja greið politisk mál og eina langtíðar ætlan fyri, hvussu Føroyar minka um útlátið og gera samfelagið meira burðardygt.

Les um átakið
Vilt við vilja

Lat náttúruna vera eitt sindur villari.

Vilt við vilja snýr seg um at geva náttúruni meira pláss – eisini tætt við har vit búgva.

Smá broytingar kunnu skapa betri livilíkindi fyri plantur, fuglar, skordýr og annað lív.

Les um Vilt við vilja
Vilt við vilja
FNU
Føroysk náttúra
Um FNU

Óheft og virkið fyri føroyska náttúru.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag arbeiðir fyri at verja náttúru og umhvørvi og fyri at skapa størri tilvitan um okkara felags ábyrgd.

Vit vilja hava meira vitan, betri kjak og langtíðarhugsan, tá avgerðir verða tiknar um náttúru, orku og umhvørvi.

Gerst limur

Stuðla arbeiðinum fyri føroysku náttúruna.

Ver partur av FNU og stuðla arbeiðinum fyri náttúru, umhvørvi og einum burðardyggari Føroyum.