
FNU mælir staðiliga frá at geva avsláttur til bensin og diesel. Bæði tí tað dálkar illa, tí tað rakar skeivt og m.a. verður ein avsláttur til ferðafólk í summar, og tí vit altíð fara at mæla til grønar loysnir heldur enn svartar.
Eitt dømi uppá eina grønari loysn:
Gevið teimum, sum tørva tað, frítt ferðakort í tríggjar mánaðir. Ein sum pendlar úr Eysturoynni til Havnar hvønn dag, kann við hesum lata bilin standa í tríggjar mánaðar og harvið spara fleiri túsund krónur.
FNU takkar fíggjarnevndini í løgtinginum fyri, at sjónarmið okkara eru partur av viðgerðini, og vónar, at ein betur loysn verður funnin.
