Skip to content

Stórt tiltak: Fleiri enn 1700 fylgdu við

Finsen var fult, og fleiri enn 1400 fólk hugdu við á stroyming, tá vit umrøddu stóru náttúruinntrivini í samband við vegaføringina til Suðuroyartunnlin. FNU fegnast um stóra áhugan og vónar, at politiska skipanin sær álvaran í málinum. Her kanst tú síggja myndir frá tiltakinum og ein tekstur um tiltakið er niðast á síðuni.

#pro-gallery-5x26f13328-not-scoped .gallery-item-container { opacity: 0 } #pro-gallery-5x26f13328-not-scoped .gallery-item-hover::before { background: transparent !important}try { window.requestAnimationFrame(function() { var ele = document.getElementById('pro-gallery-5x26f13328-not-scoped'); var pgMeasures = ele.getBoundingClientRect(); var options = (() => "gallerySizeType:px|enableInfiniteScroll:true|titlePlacement:SHOW_ON_HOVER|gridStyle:1|imageMargin:5|galleryLayout:2|isVertical:true|numberOfImagesPerRow:3|gallerySizePx:300|cubeRatio:1|cubeType:fill|galleryThumbnailsAlignment:none")(ele); var width = pgMeasures.width; var height = pgMeasures.height; var isIOS = /iPad|iPhone|iPod/.test(navigator?.userAgent); if(isIOS) { width = width; width = width; height = height; height = height; } else { width = width; width = width; height = height; height = height; } pgMeasures = { top: pgMeasures.top, width, height }; var isVertical = options.includes('layoutParams_structure_scrollDirection:"VERTICAL"'); var layoutFixerUrl = '/_serverless/pro-gallery-css-v4-server/layoutCss?ver=2&id=5x26f13328-not-scoped&items=3301_2048_1536|3438_2048_1153|3285_2048_1536|3521_2048_1536|3387_2048_1536|3357_1170_878&container=' + pgMeasures.top + '_' + pgMeasures.width + '_' + pgMeasures.height + '_' + window.innerHeight + '&options=' + options; document.getElementById('layout-fixer-style-5x26f13328-not-scoped').setAttribute('href', encodeURI(layoutFixerUrl)); }); } catch (e) { console.warn('Cannot set layoutFixer css', e); }

Hvussu verja vit tey serstøku náttúrúøkini í Sandoynni, tá ið vit gera Suðuroyartunnilin? Hví er neyðugt at stríðast fyri at verja planturíkidømi, vøtn, fugl, lendi og veltur í Sandoynni?

Um stutta tíð skal løgtingið taka støðu til størstu verkætlan í Føroya søgu. Mikið rok og drúgt kjak hevur verið um málið, tí atlitini eru mong, tá ið talan er um eina so stóra verkætlan.

Men hvar eru atlitini til náttúruna?

Hetta umrøða vit á fólkafundi í Finsen í Havn týskvøldið 11. novembur kl 19.00. Føroysku náttúrufelagsskapirnir bjóða í felag til fólkafund við framløgum, áhugaverdum sjónarmiðum hjá viðkomandi serfrøðingum og kjak millum politisku flokkarnar. Endamálið við fólkafundinum er at lýsa, hvørja ávirkan linjuføringin til Suðuroyartunnilin hevur á náttúruna.

Skrá:

– Filmur um náttúruna í Sandoynni – hví er hon verd at verja? – Framløgur um linjuføringar til Suðuroyartunnilin – Teitur Samuelsen og Jón Sigurdsson.

– Framløga um kost-nyttugreining. Hvussu kapitaliserar tú náttúru?

– Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, Landsverk. – Framløga av hoyringssvari hjá Umhvørvisstovuni – Sigga Jacobsen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni

Hvat sigur serfrøðin?

Kolbrún í Haraldsstovu, plantuvistfrøðingur

Harry Jensen, umboð fyri Ramsar-nevnd í Skúgvoy

Jóhann Mortensen, miðlafólk

Bergur Poulsen, P/F Suðuroyartunnillin

Kristian Stórhamar, tunnilsserfrøðingur, Tunnilsbólkurin

Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur, Landsverk

– Hvat meina politikararnir?

Jacob Vestergaard (A)

Helgi Abrahamsen (B)

Eyðgunn Samuelsen (C)

Annika Olsen (E)

Karlot Hergeirsson (F)

Orðstýrari: Óluva Zachariasen

Tiltakið verður stroymt

Deil greinina
0