Skip to content

Havbotnsmineral á føroyska landgrunninum?- Viknar golfstreymurin? – og FNU aðalfundur

Undan aðalfundinum leygardagin 9. mars verða tveir áhugaverdir fyrilestrar.

Viðmerkjast skal, at fyrilestrarnir eru almennir, tað er ikki neyðugt at vera limur í FNU fyri at fáa atgongd

“Er golfstreymurin í ferð við at vikna?”

Kl 16 fer Karin Margretha Húsgarð Larsen, Ph.D í havfrøði og deildarleiðari á Havstovuni at greiða frá um nýggjastu vitanina um golfstreymin, har ávarað verður um, at golfstreymurin stendur á einum markamóti, sum kann hava við sær, at miðalhitin minkar 20 stig ella meira um okkara leiðir.

Havbotnsmineral á føroyska landgrunninum?

Kl. 16.30 fara Heri Ziska & Uni Árting frá Jarðfeingi at greiða frá um havbotnsmineral á føroyska landgrunninum. Granskararnir hava sett sær fyri, at svara hesum spurningum:

  • Hvussu verða hesi mineral til og hvar finnast tey?
  • Hví er áhugin stórur fyri havbotnsmineralum júst nú?
  • Hvussu langt er menningin av leiti-/framleiðslutøkni komin?
  • Hvørjir vandar eru við námsvinnu á havsins botni?

FNU aðalfundur

Kl. 17.30 – eftir fyrilestrarnar byrjar aðalfundurin við skrá sambært lógum felagsins, sí https://www.fnu.fo/vidtokur-felagsins

Eftir aðalfundin verður høvi til gott prát saman við onkrum góðum til góman.

Kl. 19.00 byrjar árliga veitslan, og verður hon aftur í ár hildin saman við Fuglafrøðifelagnum.

Tilmelding til veitsluna fer fram við at flyta 200 kr. á konto 9181 – 440.981.9 áðrenn 6. mars.

(viðmerk: “Veitsla og navn títt”)

Er ynski um at fáa veganskan mat, send boð á Facebook ella send ein teldupost á fnu@fnu.fo

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Nevndin

Deil greinina
0