Undirskriftainnsavning
Skipað verður fyri undirskriftainnsavning fyri at friða økið vesturi á Víkum. Talan er um økið frá Fjallavatni til Barðið, sum eisini umfatar víkina á Víkum, har alistøð eftir ætlan skal leggjast.
Skipað verður fyri undirskriftainnsavning fyri at friða økið vesturi á Víkum. Talan er um økið frá Fjallavatni til Barðið, sum eisini umfatar víkina á Víkum, har alistøð eftir ætlan skal leggjast.
Eingin umhvørvisgóðkenning er kunngjørd av alingini vesturi á Víkum. Tí hevur Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag kært loyvið hjá P/f Luna at ala vesturi á Víkum.
FNU hevur heitt á friðingarnevndina fyri Vága sýslu um at friða økið vesturi á Víkum.
30. august – 1. september var árligi fundurin hjá størstu norðurlendsku umhvørvisfelagsskapunum hildin í Føroyum. Á fundinum deila umhvørvisfelagsskapirnir teirra vitan og royndir, og leggja ætlanir fyri framtíðar virksemi og samstarv.
31. august skipaði FNU fyri tiltaki í Perluni í Tórshavn, har íslendski rithøvundurin, umhvørvisaktivisturin og forsetavalevi til valið í Íslandi 2016, Andri Snær Magnason helt fyrilestur við heitinum “Um tíð og jøklar”. Aftaná fyrilesturin, sum…
31. august kl. 17.00 skipar FNU fyri almennum tiltaki í Perluni um orkuframleiðslu og náttúruvernd. Tiltakið er í sambandi við at árligi fundurin hjá norðurlendsku umhvørvisfelagsskapunum verður í Føroyum tann 30. – 31. august. Í…
Hóast útlát av vakstrarhúsgassi er ein tann størsta og mest umfatandi umhvørvisdálkingin í nútíðarhøpi, er eingin viðgerð av hesum útláti við í umhvørvisárinsmetingini av elverkinum á Sundi. Vísandi til §16 í løgtingslóg um framleiðslu, flutning…
Eitt nýtt dálkandi elorkuverk er ikki partur av einum grønum umskifti. FNU hevur kært umhvørvisgóðkenningina av útbyggingini. Les kæruna niðanfyri. — Tórshavn 19. juni 2017 Heilsu- og Innlendismálaráðið Eiragarður 2 FO-100 Tórshavn Kæra um umhvørvisgóðkenning…
Føroyar hava, saman við fleiri øðrum londum, skrivað undir París-sáttmálan, sum bindur okkum til at minka um okkara útlát. Tí er tað óskiljandi, at løgtingslimir lata hurðina standa á víðan vegg fyri at fáa oljufeløg…