Skip to content

Gylta høvið hjá Tórshavnar býráð

Føroya Nattúru- og Umhvørvisfelag heitir á Tórshavnar býráð um, at hugsa um umhvørvið og framtíðina, nú bussarnir í kommununi skulu skiftast út. El-bussar eru ein framtíðaríløga, sum loysir seg í longdini – og fíggjarliga verður… 

Er áarførið í Dali byrjanin?

Líka ræðandi, sum tað var seinasta juli at síggja áarførið í Týskalandi, líka órógvandi var tað um nýggjárið at síggja herviliga regnið í Dali. Tað er vísindaliga staðfest, at hitin á jørðini økist og orsøkin… 

Stutt Flutt Føroysk Framleiðsla

Nú heystið er komið, er føroyskt grønmeti at fáa til keyps hvønn mikudag kl. 14.00 i Vágsbotni í Havn. Hetta er framúr grønmeti við framúr góðsku og smakki, sum kemur frá grønmetisframleiðarum í Sandoynni.

Veðurlagskreppan í fokus!

Leygardagin hin 9. oktobur seta vit veðurlagskreppuna í fokus! Vit bjóða øllum at koma við til eitt tiltak við røðum, yrkingaupplestri, tónleiki og ymsum básum. Hetta verður frá kl. 14.15 til 18.15 í Perluni og… 

Eirið skarvin!

Nú er ikki stuttligt at vera skarvur. Um eina viku er aftur loyvt at skjóta henda vakra fugl. Skjóttgangandi bátar fara kring landið og skjóta alt, sum fyri er, bæði á sjógvi og á landi.… 

Opið hús á Mentanarnáttini 10 septembur!

Til mentanarnáttina í Tórshavn fríggjadagin tann 10. septembur, vilja vit fegin bjóða øllum áhugaðum fólkum framvið til eitt hugnaligt prát við okkum feløgini FNU og Fuglafrøðifelagið. Eisini verða tvey forvitnislig innlegg, sum vit vóna fleiri… 

Verjið Mølheggjarnar á Sandi!

Mølheyggjarnir Heima á Sandi eru veruliga sjáldsamir og onga aðra staðni í Føroyum hevur tú slíkt umhvørvi. Á Mølheyggjunum er sera stórt margfeldi av blómum og vøkstrum og skordýrum. Tiðliga gjørdist greitt, at Mølheyggjarnir eru…