Skip to content

Aðalfundur

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) bjóðar til ársaðalfund leygardagin 29. mars kl. 16.00 á Havstovuni, Nóatún 1.

 

Í samband við aðalfundin verða tveir almennir fyrilestrar. Øll eru vælkomin, og tað er ikki neyðugt at vera limur í FNU fyri at luttaka.

 

Skrá

 

16:00  Jón Kragesteen, formaður, bjóðar vælkomin

 

16:10  Theresa Jákupsdóttir, Umhvørvisstovan: Náttúruverndarlógin eitt ár seinni.

 

16:40  Fía Niclasen, næstforkvinna, leggur fram um verkætlanina,

sum FNU hevur fingið stuðul til í 2025 – 2029 frá Aage V. Jensen

Naturfond.

 

17:00  Aðalfundur sambært lógum felagsins. Sí reglurnar her: fnu.fo/vidtokur-felagsins.

 

Tey, sum eru áhugaði í at gerast partur av nevndini, kunnu senda okkum eitt boð á fnu@fnu.fo áðrenn aðalfundin.

 

Eftir aðalfundin verður høvi at hugna sær saman við práti og onkrum leskiligum til góman.

 

Nýggir limir er vælkomnir. 

Vit gleða okkum at síggja tykkum!

Nevndin í Føroya Nátturu- og Umhvørvisfelag

Deil greinina
0