Skip to content

Útferð til Nólsoyar

Limatiltak

Sunnudagin 15. september fara vit eina útferð til Nólsoyar.

Skráin fyri dagin:

09:30 – Við Teistanum til Nólsoyar

10:00 – Vitja Jens-Kjeld og hoyra um hansara arbeiði

12:00 – Vitja urtagarðin hjá Maud og ganga ein túr til Prinsessutoftirnar

13:00/13:30 – Vit eta okkurt lætt, sum Maud hevur gjørt okkum, í Avhaldshúsinum

14:00/14:30 – Gongutúr við Jógvani Thomsen

16:50 – Við Teistanum aftur til Havnar

Freistin, at tekna seg til útferðina, er týsdagin 10 september, og tað kann gerast við at senda ein teldupost til fnu@fnu.fo.

Kostnaðurin fyri útferðina er 100 kr fyri limirnar, og 200 kr, um mann ikki er limur í FNU.

Bátin geldur mann sjálv/ur fyri.

Vinarliga sigið frá, um tit hava okkurt ovurviðkvæmi, ella um tit vilja hava vegetariskan mat.

At hava við: Hóskandi klæði, okkurt drekkandi, kanska onkran munnbita og gott lag. 😊

Hjartaliga vælkomin!

Deil greinina
0