Skip to content

Nevndin í FNU skipað

Leygardagin 29. mars hevði FNU aðalfund, og í gjár møttist nevndin til fyrsta nevndarfund og fyri at skipa seg.

Nevndin hevur skipað seg soleiðis:

Jón Kragesteen, formaður

Birita F. Kjærbæk, næstforkvinna

Tráin P. Nónklett, nevndarlimur

Anelia Philbrow, nevndarlimur

Helena Lamhauge-Mortensen, nevndarlimur

Lise Helen Ofstad, tiltakslimur

Kolbrún í Haraldsstovu, tiltakslimur

Sjúrður Hammer, tiltakslimur

Nevndin takkar fráfarandi nevndarlimi, Ebbu Mortensen, fyri hennara tíð og íkast í nevndini.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag (FNU) arbeiðir fyri náttúru- og umhvørvisvernd í Føroyum.

Øll, sum taka undir við endamálinum hjá FNU (https://www.fnu.fo/endamal), eru vælkomin at gerast limir í felagnum. Árliga limagjaldið er 200 kr., og til ber at tekna seg sum lim her: https://shorturl.at/SERu3

Á myndini frá vinstru: Anelia Philbrow, Tráin P. Nónklett, Birita F. Kjærbæk, Jón Kragesteen, Kolbrún í Haraldsstovu og Lise Helen Ofstad. (Helena og Sjúrður mangla á myndini).

Deil greinina
0