Skip to content
Átak hjá FNU

Vilt við vilja

Ger náttúruna villari, ríkari og fjølbroyttari – beint har, sum vit búgva, arbeiða og spæla.

Hvat er tað?

Hvussu vilt kann tað blíva?

Vilt við vilja er ein rørsla fyri øll, sum vilja gera ein ítøkiligan og lokalan mun og gera náttúruna villari, ríkari og fjølbroyttari.

Vilt við vilja snýr seg um at skapa broytingar gjøgnum vitanardeiling og gerðir. Endamálið er at fáa meira vilta náttúru har, sum fólk búgva, arbeiða og spæla.

Vit vilja geva hvørjum øðrum íblástur til, hvussu vit kunnu styrkja lívmargfeldið allastaðni – frá urtagarði til haga.

Villari lív

Betra um lívmargfeldið við at gera náttúruna ríkari og villari í lokaløkjum.

Lættari lív

Villari øki hava minni tørv á røkt, so tú kanst brúka minni tíð og færri pengar upp á rakstur.

Felagsskapur

Vilt við vilja á Facebook

Í bólkinum deila vit vitan, royndir og hugskot um, hvussu vit kunnu lata náttúruna gerast villari. Tað kann vera alt frá grasrøkt og upprunaplantum til vátlendi, hyljar, tjarnir og djórahald.

Far til Facebook-bólkin
Lívmargfeldi

Verjið lívmargfeldið – týnið garðaskøruna

“Vit kenna hana øll – skøran, sum ger okkum øran.”

Í minsta lagi seks sløg av skøru vaksa í Føroyum, men tað er garðaskøran (Alchemilla mollis), sum veksur alt ov væl og hevur breitt seg nógv.

Hini skørusløgini eru upprunaplantur, men garðaskøran er ein innræsin planta. Hon er sera kappingarfør og kann tí trýsta onnur plantusløg burtur og taka yvir øki.

Garðaskøran hevur fingið gott rótfesti kring Føroyar. FNU eggjar tí fólki til at hjálpa við at týna hana, har hon breiðir seg í nærumhvørvinum.

Saman ímóti garðaskøruni

Hevur tú sæð garðaskøru hjá tær ella í nærumhvørvinum? Savnað grannar, familju ella vinir og hjálpið til við at verja okkara upprunaliga plantufjølbroytni.