Endamál
FNU hevur til fremstu endamál at verja náttúruna og umhvørvið og at styrkja fatanina av, hvussu týdningarmikið samspælið millum menniskju, samfelag og náttúru er.
At varðveita og verja náttúruna og umhvørvi.
At vekja ans og kenslur manna millum fyri vakurleikanum í óspiltari náttúru og umhvørvi.
At vekja fatan manna millum av tí lekidómi fyri likam og sál, sum ein óspilt náttúra og eitt umhvørvi í samljóði geva hvørjum einstøkum.
At vekja skyn manna millum á, hvussu neyðsýnt tað er, at samfelagið lagar seg eftir fortreytum náttúrunnar.
At breiða út kunnleika manna millum um, at ein lívsháttur í ídnaðarlondum við støðugt vaksandi nýtslu skapar vistfrøðiliga úrskeping og tí má broytast, skal eftirkomarum okkara vera lív lagað.
At vekja ans og kenslur manna millum fyri og fatan av, at tøknilig, evnislig og búskaparlig menning ikki kann skapa eitt umhvørvi í samljóði uttan so, at henda menning er neyvt knýtt at dygd í siðalag og list.
Náttúran er grundarlagið.
Endamálini hjá FNU byggja á, at eitt sunt samfelag eisini krevur eina sunna náttúru og eitt umhvørvi í javnvág. Tí arbeiðir felagið fyri bæði vernd, upplýsing og størri ábyrgd í samfelagnum.