Skip to content
Um FNU

Um FNU

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag er eitt sjálvboðið áhugafelag, ið arbeiðir fyri at verja náttúruna og umhvørvið og seta týðandi náttúrumál á breddan.

Síðan 1980

Søgan um FNU

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag er sjálvboðið áhugafelag, ið varð stovnað grækarismessudag í 1980. Stovnandi aðalfundurin varð hildin í Roykstovuni í Kirkjubø.

Orsøkin til stovnanina var, at SEV hevði ætlanir um at brúka Fjallavatn í Vágunum til streymframleiðslu. Her eydnaðist tíbetur at steðga ætlanini, men 13 ár seinni var søgan ein onnur, tá orkuverk varð gjørt við Eiðisvatni.

Eftir at FNU hevði ligið stilt í nøkur ár, varð felagið virkið aftur. Á eykaaðalfundi hin 27. september 2014 varð nýggj nevnd vald, og FNU fór aftur undir arbeiðið at varpa ljós á náttúru- og umhvørvismál.

FNU ásannar, at náttúra og umhvørvi eru grundarlagið undir allari vælferð, og felagið arbeiðir tí fyri at varðveita lívfrøðiliga margfeldið í Føroyum og aðrastaðni.

Okkara lívs- og vælferðargrundarlag er undir stórum trýsti orsakað av ovurnýtslu og óhóskandi framleiðsluhættum. Ein av størstu avbjóðingunum fyri okkara og komandi ættarlið er tí at finna loysnir, sum kunnu tryggja bæði umhvørvið og vælferðina.

Hví FNU?

Ein rødd fyri náttúruna

Í londunum kring okkum er vanligt, at náttúruverndarfeløg vísa almenninginum á týðandi náttúrumál. Tað er lætt at nýta náttúruna uttan at taka hædd fyri avleiðingunum, og tí er tørvur á einari sjálvstøðugari rødd fyri náttúruna.

Í lógunum hjá FNU stendur m.a., at felagið skal:

01

Fylgja væl við í øllum spurningum um náttúru og umhvørvi og almannakunngera viðkomandi upplýsingar.

02

Vekja almannahugsan í týdningarmiklum náttúru- og umhvørvisspurningum.

03

Ávirka myndugleikar og politikarar, so at teir taka náttúru- og umhvørvisvernd við í avgerðir sínar.

04

Fremja framtøkt virksemi í bygdum, býlingum, býum og sýslum.

Hvat hevur FNU avrikað?

Meira enn 40 ár fyri føroysku náttúruna

FNU hevur fleiri úrslit at vísa á. Millum annað varð Fjallavatnsætlanin hjá SEV steðgað. Felagið hevur staðið fyri lýsingarherferð móti óneyðugum kálkevnum, gjørt uppskot til vard øki, skipað fyri Føroya Reinastu Bygd og verið við til, at sóljan varð vald sum tjóðarblóma. FNU hevur eisini luttikið á norðurlendskum náttúruverndarfundum, hildið fleiri ráðstevnur og virkið luttikið í almenna kjakinum.

Á Orkuráðstevnuni í 2002 varð millum annað vindkort yvir Føroyar gjørt, og vindorka kom meira á breddan.

Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag Virðið.
Verjið.
Varðveitið.